Týskvøldið klokkan 19.30, hevur Húsakórið sína seinastu konsert í Samuelskirkjuni.
Samstundis leggur Benjamin Gaasedal, sum hevur stjórnað kórinum seinastu árini, eisini frá sær hettar kvøldið.
Konsertin er ókeypis, sigur Bergur Jacobsen.
Síðani føroyska kirkjuliðið í Keypmannahavn flutti í Samuelskirkjuna í 1971, hevur kórið verið fastur fúsur í kirkjuni, bæði til konsertir, guðstænastur.
Eisini hevur kórið sungið til nógvar jarðarferðir í kirkjuni. Kórið heur somuleiðis haft mangar venjingar í kirkjuni, og nógvur føroyskar kórsangur og tónleikur er somuleiðis tikin upp í kirkjuni
Samuelskirkjan ber orð fyri at vera eitt sera væl hóskandi til tónleikaframførðslur
Tað eru nú nøkur ár síðan at kirkjan lat aftur sum donsk sóknarkirkja, og frá 1. juni 2013 verður hon stongd með alla, og latin ella seld til aðra nýtslu.
Frá 1. januar halda føroyingar ístaðin til í Hans Egede í Vardegade 14 kirkju á Eysturbrúgv
Hon er høglig at koma til við toki til og fleiri bussleiðir koyra framvið.
Og eftir umstøðunum í Keypmannahavn , eru parkeringsviðurskiftini heilt hampulig.
Hans Egede kirkjan er væl minni enn Samuelskirkjan, men eisini ein hugnalig kirkja við væl egnaðum hølum til ymisk føroysk tiltøk, sigur Bergur Jacobsen.










