Minni enn eitt samdøgur eftir at Todi Jónsson boðaði almenninginum frá, at hansara framsøkna FC Amager prosjekt fór at verða lýst á húsagang, flokkaðust fólk um felagshúsið hjá Fremad Amager. Tað veit Ekstra Blaðið at siga í dag.
FC Amager hevur leikt í loyvinum hjá Fremad Amager, og tað 99 ára gamla felagið hevur tí verið høvuðskvarter hjá teirri nú kollsigldu fótbóltssatsingini, ið bert varð lív lagað í 9 mánaðir.
Frá sær sjálvum í herverki
- Eg eri komin fyri at heinta mína kaffimaskinu, sigur ein yngri maður, ið er møttur í felagshúsinum tíðliga sunnudag fyrrapart. Hann fær loyvi at taka hana við sær, tá hann hevur sannført um, at kaffimaskinan er hansara privata ogn, og tí ikki skal við í konkursbúgvið.
Dagin áðrenn er tó ein nógv meira dramatisk hending farin fram í kjallaranum í felagshúsinum.
Tá Todi Jónsson eftir fyrrapartsvenjingina hevði kunngjørt fyri leikarunum, at hann í dag fer at lýsa felagið á húsagang, reageraðu teir natúrliga nokk við frustreraðum útbrotum, eiðum og forbannilsum.
Nakrir av spælarunum vóru tó ikki nøgdir við munnligu útbrotini. Teir gjørdust púra frá sær sjálvum í einum rúsi av herverki og tjóvaríi í skiftingarrúminum.
Skáp vóru brotin upp, alt innan úr teimum, ítróttarklæði og onnur útgerð, stolin og skiftirúmið, soleiðis sum myndin frá Ekstra Bladet eisini vísir, næstan lagt oyði.
Serliga er tjóvaríið eitt álvarsmál, tá tað hvørki eru leikararnir ella FC Amager, ið eiga útgerðina, men klædnasponsorin hjá felagnum, Kelme.
Umhugsa at melda
Tjóvaríið og herverkið í skiftingarrúminum fekk í gjár formannin í Fremad Amager, Erik Truelsen, og nevndarlimin í FC Amager, Karsten Østergaard, at ávara leikararnar um møguligar revsingar.
- Eg hevði skilt tað, um teir sparkaðu beinkirnar og vóru súrir og ørir. Tað vildi verið ein natúrlig reaktión, men hetta, tað er sgu ikki natúrligt, sigur Karsten Østergaard við Ekstra Blaðið og peikar runt í herjaða rúminum.
Erik Truelsen leggur afturat, at teir umhugsa at melda leikararnar til løgregluna, um teir ikki koma aftur við tingunum ella koma við nýggjum ístaðin fyri tað oyðilagda.
- Vit fara at fyrihalda hetta fyri formanninum í leikarafelagnum, tá leikarafundur verður í morgin seinnapart (í dag, blm.). Hann má sum maðurin hjá leikarunum gera nakað í hesi støðuni, sigur formaðurin í Fremad Amager.
Skylda limagjald
Teir nú fyrrverandi leikararnir í FC Amager hava, umframt skiftirúmið, eisini onnur mál, ið skulu loysast við kassameistaran í felagnum.
Sambært sáttmálunum hava teir nevniliga verið bundnir til at gjalda limagjald til Fremad Amager. Pengarnir, sum eru 825 krónur fyri høvdið, skuldu verið goldnir tann 1. januar, men eru enn ikki fluttir.
Halda spæliloyvunm aftur
Erik Troelsen er ikki sinnaður at lata skuldina fara afturvið borðinum.
- Teir eru sjálvir latið felagið liggja, soleiðis sum tað liggur, og tí mugu vit fyrihalda okkum til at vit skulu hava okkara limagjald. Um teir ikki vísa størri ábyrgdarkenslu fyri felagnum, so standa vit eisini fast við okkara krav um, at teir skylda okkum limagjald síðan ársskiftið.
Hann leggur afturat, at verður hetta ikki goldið, so halda teir spæliloyvinum aftur, soleiðis at teir ikki kunnu spæla fótbólt næsta hálva árið.
Ekstra Blaðið fekk í gjár fatur á Toda Jónsson, sum var óvitandi um framferðina hjá leikarunum.
- Prinsipielt skilji eg væl, at leikararnir vilja hava tær troyggjurnar, teir hava spælt í. Tað er eisini vanligur siður, tá mann steðgar í einum fótbóltsfelagi. Men teir áttu sjálvandi at fingið fatur á manninum við lyklinum, heldur enn at bróta skápini upp, sigur Todi Jónsson við Ekstra Blaðið.