Húsagangur og Dimma

Tá vit í oddagreinini mánadagin nevndu húsagangin hjá Dimmalætting, so hevur blaðstjórin gjørt okkum varug við, at Dimmalætting ikki er farin á húsagang.

Tað er rætt, at Dimmalætting tekniskt sæð ikki er farin á húsagang og gjøgnum skiftirættin, haldið okkum til góðar við tí. Men faktum er tað tó, at partaeigararnir hava mist allan partapeningin - og at 30 milliónir í eginpeningi eru brúktar og burtur. Støðan kann berast saman við bankarnar í 1993. Teir fóru á húsagang - men ikki tekniskt sæð. Eins og við Dimmalætting, so kom annar íleggjari og bjargaði á strikuni við nýggjum partapeningi.
eirikur@sosialurin.fo