FAROE SEAFOOD
Tað var fríggjadagin, 3. desember, klokkan 17.10, at Føroya Skiftirættur tók avgerð um, at P/F Faroe Seafood fór í fíggjartrot, sum tað verður rópt.
Samstundis gjørdi Skiftirætturin av, at Ingi Højgaard, sum annars var nevndarformaður í Faroe Seafood og Eyðfinnur Jacobsen, advokatar, vórðu settir fyribils bústjórar.
Tey, sum arbeiddu á ymisku postunum hjá Faroe Seafood – á virkjunum, sigldu við skipunum, á landingarmiðstøðini Kongshavn ella aðrastaðni í felagnum – fingu einki at vita, fyrr enn tey frættu um ólukkuligu støðuna í fjølmiðlunum.
Í eini fráboðan, siga bústjórarnir seg harmast um, at teir ikki fingu møguleikan sjálvir og beinleiðis at kunna starvsfólkini um hesa avgerð.
Í morgun vóru fleiri lýsingar í útvarpinum hjá Kringvarpinum, har arbeiðarafeløg kallaðu arbeiðsfólk til fundar í dag saman við Arbeiðsloysisskipanini og við umboðum fyri búgvið eftir feløgini, sum eru farin á húsagang.
Á hesum fundum verður kunnað um viðurskiftini, og kunnað verður eisini um, hvørji rættindi og skyldur arbeiðsfólk hava undir verandi umstøðum.
Skiftifundur verður aftur fríggjadagin 17. desember klokkan 10 á Vestaru Bryggju í Havn, har fyribils bústjórarnir fara at leggja fram yvirlit yvir ogn og skuld hjá búnum.
Tað verður á hesum fundi, at varandi bústjórn skal veljast.?
Enn er ógreiða
Eyðfunnur Jacobsen, sum er annar av fyribils bústjórunum, sigur í morgun, at enn eru ikki øll viðurskifti púra greið.
Hann sigur, at móðurfelagið P/F Faroe Seafood er farið á húsagang og við hesum virkini, sum felgið átti. Haraftrat er P/F Faroe Fish 2 farið, sum eigur partrolararnar, Bak, Stelk, Rók, Lerk og Heyk og Falk.
Bústjórin sigur, at P/F Faroe Fish 1 er ikki farið á húsagang, og soleiðis heldur ikki feløgini, sum eiga og reka partrolararnar, Jaspis og Ametyst og djúpvatnstrolaran, Ednu.
Samtakið Faroe Seafood eigur 100% í partrolarunum Heyki, Falki, Róki, Lerki, Stelki og Baki – og 66% í partrolarunum Jaspis og Ametyst. Haraftrat eigur samtakið 50% í djúpvatnstrolaranum, Ednu.
Landingarmiðstøðin
Eyðfinnur Jacobsen sigur, at felagið, sum eigur landingarmiðstøðina Kongshavn í Saltangará, er heldur ikki farið á húsagang.
- Enn eru ikki øll viðurskifti greið, og soleiðis er heldur ikki endaliga greitt, hvussu verður við eitt nú Kongshavn, men líkt er til, at landingarmiðstøðin kemur at halda fram, sigur bústjórin, Eyðfinnur Jacobsen.