Í vikuni skrivaðu vit um eini hús í Klaksvík, sum vórðu flutt frá einari adressu til ein aðra.
Í Sosialinum 15. august 1979, eru myndir av einum eldri húsum í Havn, sum vórðu flutt frá Dalavegnum og út í Hornabø.
Leygarkvøldið 11. august lyftu tveir kranar húsini upp á ein vogn, og kl. 3 um náttina byrjaði sjálv flytingin. Ein gravimaskina koyrdi fremst og annar av kranunum aftanfyri. Húsini, sum eru frá 1896, standa í dag á sama øki sum Hornahúsini í Hornabø.










