Danskir sethúsa- og íbúðareigarar hava gjørt kvetti tey seinastu árini, tí tann altsamt hækkandi húsaprísurin hevur gjørt, at frívirðið í teimum flestu húsunum og íbúðunum er vaksið sera nógv.
Sambært einari útrokning hjá realkreditfelagnum Realkredit Danmark er frívirðið í donskum húsum og íbúðum hækkað 390 milliardir krónur tey seinastu fýra árini ella góðar 270 milliónir krónur um dagin. Tað ber í sær, at í dag er frívirðið í teimum donsku húsunum og íbúðunum 1.156 milliardir krónur. Fyri fýra árum síðani var tað 765 milliardir krónur, og realkreditfeløgini og bankarnir vænta, at hendan gongdin fer at standa við.
Realkreditfelagið sigur, at hækkingin stavar fyrst og fremst frá hækkandi prísum, men tann lága rentan hevur eisini gjørt, at nógv fólk hava valt at umleggja tey gomlu lánini til bílig lán.









