Hýsa tvær krónur dýrari enn toskur

Tað sær eitt sindur merkiligt út við fiskaprísum í løtuni, og eitt nú fekk hýsa 3 á søluni í morgun tvær krónur meira fyri kilo enn toskur 1.

Tað er ivaleyst meira tað, at hýsuprísurin er frægur í løtuni enn, at toskaprísurin er vánaligur. Og tó. Toskur hevur verið dýrari fyrr í vár, enn hann er tað í løtuni - og hýsa hevur eisini fingið lægri prís, enn prísurin var á søluni í morgun.

 

Besti miðalprísur á toski í morgun var 17,86 krónur fyri tosk 1. Hinvegin var besti hýsuprísur - nevniliga fyri hýsu 3 - 19,92 krónur fyri kilo. Soleiðis fekk hýsa 3 á søluni í morgun heilar tvær krónur meira í miðal, enn størsti toskurin fekk.

 

Leggjast kann aftrat, at samlaðu nøgdirnar av toski vóru sløk 28 tons, og samlaðu nøgdirnar av hýsu vóru sjey tons. Samanbera vit miðalprísirnar á toski 2 og hýsu 2, fór toskurin fyri 17,61 og hýsan fyri 17,52.

 

Soleiðis er eingin prísmunur á toski og hýsu í løtuni.

 

Miðalprísurin fyri øll fiskasløgini samanlagt á marknaðinum í morgun var 23,48, og tað er langt ímillum, at ein so frægur miðalprísur vísir seg - og heilt sjáldan, tá talan er um størri nøgdir av fiski.

 

Uppí hesa søgu hoyrir, at aftrat toski og hýsu, vóru eisini stívliga 40 tons av svartkalva á marknaðinum, og her lá miðalprísurin oman fyri 31 krónur fyri kilo.

 

Tey tilsamans 82,2 tonsini á søluni í morgun vórðu seld fyri stívliga 1,9 miljónir krónur.