Tað hava verið eini friðarlig jól hjá politinum í Havn. Mesta arbeiðið hevur verið at tosað við pápar, sum ikki eru slopnir at hava børn síni, soleiðis sum Ríkisumboðið hevur avgjørt. Men burtursæð frá tí, so hava løgreglufólkini hava eini hampuliga friðarlig jól.
Vakthavandi á politistøðin í Havn sigur, at okkurt herverk hevur verið framt í nátt, eins og tey tvær ferðir hava verið úti til húsaófrið. Eisini hava tey havt ein »berúsara«, sum tað eitur á politimáli. Tað er tá ein persónur er tikin inn á støðina, tí hann hevur verið so fullur, at annað ikki hevur verið at gjørt enn at koyra hann í kasjottuna fyri náttina.
Annað jólakvøld er í kvøld, og tá eru nógv fólk í býnum. So í morgin frætta vit, um jólafriðurin verður varandi á politistøðini.