Hýsa fór fyri 26,30 krónur fyri kilo

Toskur 1 fór í morgun fyri 29,07, og hýsa 2 fór fyri 26,30 krónur fyri kilo.

Í morgun seldi Fiskamarknaði Føroya tilsamans 16,4 tons av fiski fyri ein samanlagdan miðalprís á 20,34 krónur fyri kilo. Tað er sjáldan, vit síggja slíkar prísir, tá ráfiskanøgdirnar at kalla bara eru toskur og hýsa.

 

Samlaðu nøgdirnar av toski vóru umleið 8,5 tons, harav mest var av toski 4 og toski 3, ávikavist 3,9 og 3,1 tons. Toskur 3 fekk miðalprísin 23,05, og toskur 4 fekk 21,15 krónur fyri kilo.

 

Besti kiloprísur á toski í morgun var 29,07 krónur fyri 128 kilo av toski 1, og síðan fóru 740 kilo av toski 2 fyri miðalprísin 25,27.

 

Stívliga 7,3 tons av hýsu vóru eisini á søluni í morgun, harav 2,5 tons vóru av hýsu 2, sum fekk miðalprísin 26,30 krónur fyri kilo. Stívliga 4,1 tons var av hýsu 3, og her var miðalprísurin 15,69.

 

Tey stívliga 16,4 tonsini, sum vóru á søluni hjá Fiskamarknaði Føroya í morgun, fóru fyri tilsamans 334.184 krónur.