Fiskivinna
Í samrøðu við Sosialin herfyri, segði Olaf Olsen, nevndarformaður í Fiskamarknaði Føroya, at við uppboðssøluni kom ?marknaðarprísurin til skipini?.
Tá ið tú hevur við fisk og fiskivinnu at gera, er alt ikki so einfalt. Tí eru altíð undantøk, og soleiðis er eisini í hesum førinum.
Útróðrarmenn, sum royna við línu og fáa væl av hýsu, eru ikki nøgdir við prísin á teirri smáu hýsuni, hýsu 3.
Summar dagar hevur prísurin fyri hýsu 3 ligið heilt niðri á 1 kr. fyri kg., og tað er snøgt sagt eingin prísur. Aðrar dagar hevur hann verið betur, upp í einar 5-7 kr. fyri kg.
Tað eru serliga teir, sum selja hýsuna óvirkaða av landinum, sum keypa hendan fiskin. Hýsan verður ísað og send niður á bretska marknaðin.
Spottprísur inn, góður prísur út
Sosialurin hevur frætt frá álítandi keldu, at prísurin, sum fæst á bretska marknaðinum, líkist als ikki prísinum, sum bátarnir fáa á uppboðssøluni.
Vit hava skilt, at onkran dagin er hýsa keypt á uppboðssølu fyri 1 kr. fyri kg. og seld av aftur landinum fyri einar 15-17 kr. fyri kg.!
Hetta er ein himmalvíður prísmunur?
Fyrr í ár tosaði stjórin í Føroya Fiskavirking, Meinhard Jacobsen, um at lagað virkið í Álakeri, sum Bjarti Mohr rak, um til eitt virki, sum kundi keypa og virka smáan fisk, sum stundum fer av landinum fyri lítið og lætt.
Í hesum sambandi skiltu vit á Meinhardi, at hann ikki minst hugsaði um smáu hýsuna, sum fer óvirkað av landinum.
Seinast, vit frættu frá Meinhardi um hesa ætlan, var hon ikki komin undir land.










