Hýsa 3 dýrari enn toskur 3

Miðalprísurin fyri øll fiskasløgini samanlagt á søluni hjá Fiskamarknaði Føroya í morgun var 16,69 krónur fyri kilo.

Á uppboðssøluni hjá Fiskamarknaði Føroya í morgun fekk hýsa 3 betri miðalprís enn toskur 3.

 

Hýsa 3 fór nevniliga fyri 18,54 og toskur 3 fyri 16,98 krónur í miðal fyri kilo. Leggjast skal tó aftrat, at talan var bara um stívliga 1,1 tons av hýsu 3 - og 21,5 tons av toski 3.

 

4,6 tons av toski 4, sum er góður smáfiskur, fóru fyri miðalprísin 16,11. Besti miðalprísur fyri tosk á marknaðinum í morgun var 19,72 fyri sløk 1,6 tons av toski 1.

 

Tað var annars mest toskur á marknaðinum í morgun, umleið 37 tons av tilsamans 46,6 tonsum, sum vórðu seld. Stívliga fimm tons vóru av hýsu, harav mest var av hýsu 2, sum fekk miðalprísin 16,73.

 

Miðalprísurin fyri øll fiskasløgini samanlagt á søluni hjá Fiskamarknaði Føroya í morgun var 16,69 krónur fyri kilo.