Ein morgun í hesi vikuni kom trailaravognur í land av Ternuni í Skopun, og longu sama seinnapart stóðu eini innilokaði sethús uppi Í Nesi á Sandi. Tað er byggivirkið Bulur á Signabø, sum hevur smiðað og sett húsini upp.
Bulur hevur annars smíðað fleiri sethús á Sandi gjøgnum árini, og byggivirkið hevur eisini smíðað barnaskúlan á Sandi, umframt at Bulur fyri nøkrum árum síðan framdi verkætlanina at byggja 14 kømur upp í Hotel Skálavík.
Í gjár undirskrivaðu Sands kommuna og byggifelagið Articon sáttmála um byggibúgving av 13 grundstykkjum uppi á Vatnsryggi á Sandi, tey rópa, og hesi grundstykki skulu ætlandi verða klár til jólar.