Sølulistarnir hjá ávikavist Skyn og BetriHeim vísa, at húsaprísirnir í Havn eru høgir sum ongantíð áður – tó eisini nøkur bíligari hús eru at finna inn í millum.
Uttan at taka hædd fyri standi, byggiári, stødd ella øðrum viðkomandi viðurskiftum, hann tó sigast, at húsaprísirnir í Havn eru sera høgir í dag. Á heimasíðuni hjá Skyn er tað dýrasta húsi eini sethús og vinnubygningur í einum. Tað húsið kostar 4.500.000.
Annars eru fleiri sethús, sum nærkast fýra milliónum. Hjá Skyn er eitt hús fyri 3.700.000, eitt fyri 3.975.000, eitt fyri 3.950.000 og tvey fyri ávikavist 3.600.000 og 3.500.000. Hjá BetriHeim er tað dýrasta húsi í Havn sett til 3.500.000. Har eru munandi færri hús á sølulistanum hjá BetriHeim enn hjá Skyn, men fleiri hús her liggja eisini upp í móti 3.000.000.
Hjá Skyn stendur tað bíligasta sethúsið fyri 1.975.000, og hjá BetriHeim stendur tað bíligasta fyri 500.000. Tað eru eini lítil hús á Reyni. Tað næstbíligasta hjá BetriHeim stendur á 1.475.000.
Tað eru sjálvandi orsøkir til, at summi hús eru bíligari enn onnur, men undir øllum umstøðum má sigast, at skalt tú hava eini sethús í Havn í dag, so eru stór sannlíkindi fyri, at tú skalt av við fleiri milliónir – um enn tað letur seg gera, við góðum vilja, at fáa hús undir 2 milliónir krónur.