Hýruvognur koyrdi 150 km/t

Sunnumorgunin var ein hýruvognur tikin í ferðmáting hjá løgregluni í Kaldbaksbotni.

 

Ferðmátarin hjá løgregluni steðgaði ikki fyrr enn hann vísti 150 km/t. Bilførarin var tí biðin um at fara úr bilinum og misti koyrikortið á staðnum.

 

Ikki er greitt, um ferðafólk vóru í bilinum, sum var á veg til Havnar. Sum skilst hevði hýruvognurin verið í Gøtu í samband við G!

 

Annars hava báðar næturnar hesa vikuna verið sera friðarligar hjá løgregluni.