Vinnumálaráðið arbeiðir í løtuni við nýggjari kunngerð um standard reglugerð fyri hýruvognskoyring í Føroyum.
Í uppskotinum eru nakrar orðingar, sum kunnu broyta grundarlagið undir allari hoyruvognskoyring so radikalt, at eingin kann liva av hýruvognskoyring, siga Magnus Fuglø frá bilstøðini Auto og formaður í hýruvognfelagnum Samfylking, og Kemm Poulsen, stjóri á Bilstøðini Bil.
Serliga eru tað orðingarnar í uppskotinum, sum leggja upp til, at tað skal vera loyvt hjá feløgum at stovna sínar egnu hýruvognsstøðir og harvið kappast við tær verandi bilstøðirnar.
Í brævi til Vinnumálaráðið skrivar Kemm Poulsen at vit hava í dag eina vælvirkandi og væl skipaða vinnu, eina kommunala hýruvognsnevnd sum fungerar og eitt loft á hýruvognsloyvum upp á 67 loyvir í Tórshavnar kommunu. Hesi loyvir eru ikki øll í brúki sum er, tí at vinnan, støðirnar Auto og Bilstøðin Bil, sjálvar hava sett bilar til eftir tørvi. Auto hevur í dag eitt tal upp á 31 bilar og Bilstøðin Bil hevur 26 bilar.
Havast skal í huga, at fólkatalið avmarkar tørvin á hýruvognsloyvum. Vit hava bert eitt ávíst tilfangi av kundum og sum í øðrum vinnum eru hámarkskvotur ásettar. Tí er tað óseriøst ikki at áseta eitt hámarkstal á hýruvognum í okkara kommunu so væl sum í øðrum størri kommunum.
Hýruvognsfelagið Samfylking sigur í sínum viðmerkingum at samanumtikið má sigast, at uppskotið er illa undirbygt. Í øllum øðrum londum er tað kommunurnar saman við bilstøðunum, sum áseta eitt hámark fyri hýruvognsloyvum, soleiðis at tað ber til at liva av hýruvognskoyring og tænastustøðið fyri borgararnar er nøktandi. Ein bilstøð skal hava eitt ávíst tal av bilum fyri at kunna røkja sínar skyldur. Um nýggja uppskotið kemur í gildi, verður tað sum í 60-unum og 70-unum tá talið av bilstøðum vaks sum hundaland.
Vit kunnu als ikki góðtaka so radikalar broytingar, sum hetta uppskotið leggur upp til, tí tað verður endabresturin fyri seriøsari hýruvognsvinnu, ið hvussu er í Tórshavnar kommunu, stendur í brævinum sum Samfylking hevur sent til Vinnumálaráðið. Magnus Fuglø, formaður í Samfylking, vónar, at um hýruvognsreglugerðin skal broytast, verður tað gjørt saman við hýruvognsvinnuni.