Hvussu leingi hevur tú staðið her og bíðað?
- Eg havi staðið her eina góða løtu. Um morgnarnar standi eg ofta og bíði í meira enn ein tíma. Tá lesi eg altíð eina góða bók ella hyggi eftir einum filmi í mínum lítla dvd-spælara, eg havi í bilinum. Men eftir middag er nógv meira at gera.
Hví ert tú hýruvognsførari?
- Eg havi arbeitt hjá Poul Hansen í nøkur ár, men so fekk eg ein knæskaða og noyddist at gevast. Síðan tá havi eg arbeitt sum hýruvognsførari.
Hvussu dámar tær at koyra hýruvogn?
- Mær dámar tað væl serliga tí í hesum arbeiðnum eri eg at kalla mín egni harri.
Hvat gert tú, tá tú ikki ert til arbeiðis?
- Tá hugni eg mær saman við børnunum. Arbeiðið krevur sera nógv, um ein skal fáa endarnar at røkka saman, so eg havi ofta ikki stundir til annað enn børnini í frítíðini. Eg eri til arbeiðis hvønn frá klokkan átta um morgunin, og til børnini skulu heim úr barnagarðinum. Somuleiðis koyri eg ofta á kvøldi og í vikuskiftinum.
Hvørjum ynskir tú at heilsa?
- Eg vil fegin heilsa mínum fittu børnum Kristinu og Sofusi. Somuleiðis vil eg heilsa damuni, Paulu.