Hýruvognsførarar gevast at koyra á flogvøllin

Corona vandin hevur við sær, at fleiri og fleiri tænastur í samfelagnum repa seglini ella leggja stilt.

Í kvøld boða 33 hýruvognsførarar frá, at teir ikki koyra á flogvøllin, og at hetta er galdandi eftir midnátt í kvøld.

Corona/COVIT-19 smittuvandin hevur við sær, at teir 33 hýruvognarnir hjá P/F Auto stegða við allari koyring til og frá Vága Floghavn á midnátt í kvøld, verður sagt í tíðindaskrivi.

Viðskiftafólk, sum hava bílagt sær pláss við Auto, verða vinarliga biðin at finna sær eina aðra koyriloysn til og frá flogvøllinum, skrivar Dia Midjord, stjóri í Auto, í fráboðan í kvøld.