- Fiskimenninir fáa alt, teir eiga til góðar, tí hýrurnar eru væl tryggjaðar. Teir hava sjótrygd, og tí er eingin so væl tryggjaður, sum teir, sigur Eyðfinnur Jacobsen. Tað var ikki tí, at ALS ikki kláraði at avgreiða umsóknirnar, at fiskimenn ikki fingu arbeiðsloysisstuðul til jólar. Orsøkin var, at bústjórarnir vildu ikki leysgeva menninar, sí aðra grein á Portalinum í kvøld.
Sostatt vóru fiskimenninir kki tøkir á arbeiðsmarknaðinum, og av tí sama sluppu teir ikki í Arbeiðsloysiskipanina. Teir fingu tí heldur einki útgjald til jóla. Hetta kemur illa við hjá nógvum av teimum, sum ikki hava verið úti í longri tíð.
Eyðfinnur Jacobsen, annar av bústjórunum í Faroe Fish II, segði við Portalin fyrradagin, at fiskimenninir kortini fáa alt tað, teir eiga til góðar, tí hýrurnar eru væl tryggjaðar.
- Fiskimenninir hava sjótrygd, og tí er eingin so væl tryggjaður, sum teir.
Eyðfinnur viðgekk kortini, at tað er serstakliga óheppið, at fiskimenn eru komnir í klemmu.
- Vit hava sagt menninar upp, men vit hava boðað teimum frá, at vit vildu hava teir tøkar í uppsagnartíðini, sigur Eyðfinnur Jacobsen.
Hann legði aftrat, at ætlanin var at leiga skipini út. Hetta sá eisini út til at hava eydnast, tá ein treytað avtalað varð undirskrivaður fyri jól.
- Men so komu umstøður uppí, sum gjørdu, at avtalan varð av ongum, og sostatt liggja skipini enn, segði bústjórin í fyrradagin við Portalin.
Lesið eisini greinina á Portalinum fyrr í kvøld - Eitt ?ynski? setti teir í klemmu.