Hýrurin var róligur

Djóni Dalsgarð fyri starvsfólkadeildina á Føroya Tele sigur, at hýrurin á starvsfólkunum seinnapartin mikudagin var spentur, men kortini róligur, tá leiðslan boðaði frá, hvørji fólk vórðu uppsøgd.

Tað kom sum ein skelkur. Hópuppsagnirnar á Føroya Tele. Fyrrapartin mikudagin kundi leiðslan á Føroya Tele boða frá, at 30 fólk vórðu søgd úr starvi.
Hvørji starvsfólk talan var um, kundi stjórin á Føroya Tele, Andras Róin, ikki upplýsa fyrrapartin, tí hann bíðaði eftir aftursvari frá Starvsmannafelagnum. Seinnapartin mikudagin fingu so tey 30 starvsfólkini tungu boðini um uppsagnirnar.
Vit hava spurt eitt umboð fyri starvsfólkadeildina á Føroya Tele, hvussu hýrurin var á starvsfólkunum, tá leiðslan á Føroya Tele boðaði frá, hvørji fólk vórðu uppsøgd.

Rólig
Djóni Dalsgarð fyri starvsfólkadeildina sigur í stuttari viðmerking, at hýrurin á starvsfólkunum sjálvsagt var spentur á Føroya Tele í gjár, men fólk vóru kortini rólig. Hann heldur, at uppsøgdu starvsfólkini tóku væl tungu boðini, og lupu ikki fram av.
Tá vit hittu Djóna á málið hósmorgunin dugdi hann ikki at siga, hvussu hýrurin var á starvsfólkunum, ið eftir eru á Føroya Tele, tí hann var júst komin inn um dyrnar.