Nú tvey oljufeløg aftrat vera partur av boringini á landgrunninum í næsta mánað er hýrurin á Jarðfeingi sum vera man góður. Stjórin heldur Atlantsmótið vera enn meira í fokus Nú tað frættist, at tvey oljufeløg aftrat vera við í tí sjeynda brunninum, sum verður boraður á landgrunninum í næsta mánað, verður tað sera væl móttikið á Jarðfeingi, sum umsitur øll loyvi at leita eftir kolvetni á føroyska landgrunninum. Petur Joensen, stjóri heldur tað vera gott, at feløg, sum longu eru virkin í øðrum loyvum her, eisini vísa sjeyndu boringini á landgrunninum so stóran áhuga, at tey vilja gerast partur av hesi verkætlanini eisini.
-At OMV keypir seg inn í loyvi 005, merkir samstundis, at ENI minkar um sín part. Tað vísir nokk, at bæði feløgini halda boringina, ið stendur fyri framman, vera spennandi, tó at ENI vil minka um sín váða við at selja ein part burturav. Hetta hevur væl nakað við teirra strategi at gera. Tá man hugsar um, at OMV er virkið í umráðinum og hevur góðan kunnleika til økið, kann tað kanska styrkja trúnna uppá, at alt størri fokus verður vent móti Atlantsmótinum sigur stjórin í Jarðfeingi og vísir á, at fundir eru gjørdir, infrastruktururin verður betraður osfr. -Alt tað ivist eg ikki í fer at virka til, at feløg fara at geva økinum størri ans sigur Petur Joensen.
Stjórin á Jarðfeingi váttar, at enn eitt útlendskt oljufelag hevur søkt um gerast partur av leitingini við Føroyar. Hann vísir tó til Vinnumálaráðið, sum skal taka endaliga støðu til slíkar umsóknir. Portalurin hevur annars frætt, at talan er um bretska felagið Dana Petroleum, sum hevur gjørt avtalu við ENI um at keypa ein part av tess luti í Anne Marie loyvinu










