Hýrurin er góður í Århus

Fótbóltshýrurin er góður í Århus. Eftir at AGF í gjárkvøldið vann 3-1 á heimavølli ímóti Ølstykke, er tað mest sum avgjørt, at AGF næsta kappingarár skal spæla í superliguni.

Tað resta tvey umfør av hesum kappingarárinum. Lyngby er flutt upp, og AGF er seks stig frammanfyri Fredericia, sum leingi hevur verið við í kappingini um at flyta upp.

Tað varð roknað við, at tað í gjárkvøldið fóru at vera 10 túsund eygnavitni í Århus, og onkur nevndi, at tað kanska fóru at møta 15 túsund upp. 13.541 vóru á Århus stadion, hóast veðrið ikki var nakað at reypa av. Í 2. hálvleiki oysregnaði tað.

So nógvir áskoðarar møta bara upp til heimadystirnar í superliguni hjá FCK og Brøndby. Tí er tað einki at siga til, at tað verður væl fagnað í danska fótbóltsheiminum, at AGF aftur verður partur av bestu deildini.