Hørpukonsert við Gjógv

   

Konsert við hørputónleiki og sopransangi verður við Gjógv sunnudagin 13. juli. Joost Schelling spælir á hørpu og Joanna Johansen syngur. Tvær frumframførslur av føroyskum verkum fyri hørpu eru á skránni.
Konsertirnar, sum er tvær, verða í Gjáar kirkju sunnudagin 13. juli klokkan 15:00 og í Bygdarhúsinum klokkan 17:00. Samstundis verður høvið at síggja myndlist eftir Erik Schwarzbart, Ole Werner Munck og Anders Hjuler.
Frumframførdu verkini, sum bæði eru fyri hørpu, eru eftir Kristian Blak við heitinum "Harpan" og eftir Paula í Sandagerði við heitinum "Harpix".
Hørpuleikarin Joost Schelling er føddur í Hollandi, men býr í Beder í Danmark. Útbúgving hevur hann nomið á Vestjysk Musikkonservatorium, har hann tók endaliga diplomútbúgving í 1981. Síðani hevur Joost Schelling lisið í Onglandi og verið við á Masterclass-skeiðum. Í dag arbeiðir Joost Schelling sum free lance tónleikari í symfoniorkestrum í Danmark, Noregi og Svøríki, spælir solo konsertir, kamartónleik, er við á kórkonsertum og undirvísir á Århus Musikskole.
Joanna Johansen er kend føroysk sopran rødd. Joanna, sum er av Strondum, er útbúgvin lærari og starvast í Eysturskúlanum í Havn. Hon hevur áður verið í starvi sum lærari í Danmark, har hon eisini hevur verið sanginstruktørur og havt privatundirvísing í sangi. Joanna hevur harumframt medvirkað í fleiri stórum tónleikatiltøkum og fløguútgávum í Føroyum og syngur í nýggja kórinum Tarira.