Litirnir vórðu royndir á 15 modellum, sum allar vóru flottar og blankar eftir
viðgerðina. Eisini vóru modellirnar sjálvar væl nøgdar.
Leygardagurin byrjaði við at Ditte og Tanja fyrireikaðu seg til skeiðið kl. 15.
Tær byrjaðu kl. 10 at fyrireika modellirnar við at lita og klippa. Hóast hvør
modell fekk eina stóra viðgerð, var hárið bæði sunt og bleytt aftaná.
Á skeiðnum vóru hárfríðkarar, ið vóru heilt seldar í litunum, ikki bert
tí modellirnar vóru flottar og blankar, men eisini tí tað er gott hjá hárfríðkararunum
at arbeiða við. Eingin sterkur ammoniakkluktur, men "behagiligur" fruktluktur, sum
ikki skaðar hárfríðkarar, sum standa og arbeiða við litunum til dagligt. Sjálvt
bleikingin luktaði væl, og er uppbygd av leiður, og tað kann bleikja.
Sunnudagin byrjaðu vit við modellum, sum hárfríðkararnir sjálvar sluppu at royna
litirnar á, og tað føldist væl. Eingi eygu sum runnu í vatn, ei heldur nakar sterkur luktur,
sum man má venda sær frá. Nei, endiliga nakað gott til hárfríðkarar at arbeiða við.
Allir hárfríðkararnir vóru sera áhugaðar í litunum, og í framtíðini fer tað at breiða seg
nógv við ammoniakfríum litum. Tað er betur fyri øll sum lita hár, bæði fyri
allergikarar og konufólk, sum eru við barn, og øll hini sum einki feila.
Tað besta av øllum er, at tú fært eitt lekkurt bleytt hár aftaná viðgerðina, siga
hárfríðkararnir, sum vóru á skeiðnum .