Hárið skal eisini vera snøgt til stevnuna

Nú norðoyastevnan liggur fyri framman hava frisørarnir nógv at gera, - eisini Jacoba Staksá sum hevur salong sína á Viðareiði. Í síðstu viku arbeiddi hon hvørt kvøld til midnátt.

Viðareiði: - Túsund takk fyri Jacoba. Hetta er akkurát, sum eg vildi hava tað.
Ein nøgdur kundi hevur gjørt sær hárið á salongini hjá Jacobu á Viðareiði, og skal nú gjalda fyri viðgerðina.
Í einum øðrum stóli situr ein ungur maður úr bygdini við einum løgnum plastikk-skapi á høvdinum. Hann er í ferð við at lita sær hárið.
Og á kalendaranum fyri henda fríggjadagin í farnu viku standa tveir kundar aftrat, tveir brøður av Viðareiði.
- Teir skuldu verið her hvørja løtu, sigur Jacoba, meðan hon tekur móti peninginum. ? Tú, Bárður set teg bara í stólin.
- Og tit báðir úr høvuðsstaðnum. Vilja tit ikki hava ein kaffimunn? Tað er klárt!
Vit takka nei, tí vit hava júst drukkið ein kaffimunn í einum øðrum húsum. Vit biðja hana goyma hann til eina aðru ferð.
Jacoba fønar nú hárið hjá kundanum, samstundis sum vit fáa í lag eitt stutt prát við hana um salongina.

Strævin vika
Hóast norðoyastevnan er heimahoyrandi í Klaksvík, so merkja eisini fólkini í hinum bygdunum í Norðoyggjum til fyrireikingarnar av hesi stevnuni.
Jacoba Staksá á Viðareiði, sum í kjallara sínum hevur innrættað sær eina salong, er ein teirra.
- Eg lat faktiskt upp her í kjallaranum til norðoyastevnuna í 1998, greiður Jacoba frá.
Fríggjadagin í farnu viku hevði hon aftur úr at gera. Ein orsøk var norðoyastevnan sum verður nú um vikuskiftið, men ein onnur orsøk er, at salongin verður stongd í eina mánað, tí hon fer í summarfrí.
- Tað verður gott at fáa feriu nú. Hetta hevur verið ein sera strævin vika, sigur hon, meðan hon strípar hárið hjá bygdarkonuni Eydnu.

Tveir litir
Nú klaksvíkingar fyrireika seg til stevnuna ? og aðrir norðoyingar við teimum ? hevur Jacoba havt úr at gera.
- Jú, hetta hevur verið ein strævin vika. Eg havi arbeitt til midnátt hvørt einasta kvøld í vikuni, sigur hon.
Fríggjadagin stóðu níggju kundar á kalendara hennara. Eydna var ein teirra, Bárður ein annar, og eftir tey bæði tveir brøður. Og so var liðugt fyri tann dagin.
Jacoba var útlærd sum frisørur í Klippistovuni í Havn í 1992, og síðani tá hava nógvir viðingar fingið sær hárið gjørt í salong hennara.
Onkutíð er hon eisini úti hjá fólki, sum av einihvørjari orsøk ikki kunnu koma til hana í salongini.
- Eg haldi, at tað er so deiligt at hava eina salong her í bygdini, sigur Eydna, ið sum oftast fær sær hárið gjørt hjá Jacobu. Í dag fær hon strípað sær hárið í tveimum litum.

Strípingar
Henda vikan hevur sum nevnt verið strævin hjá henni, m.a. í samband við norðoyastevnuna.
Óhugsandi er ikki, at fleiri hava gjørt sær hárið í sambandi við framførsluna hjá tónleikabólkinum "Kandis", sum skuldi spæla á Hotel Norð hetta sama kvøldið. Kanska onkur ger sær hárið til kongaligu vitjanina seinni í mánaðinum.
Eydna er liðug, men Bárður av Viðareiði hevur um somu tíð havt eina liting í hátinum. Hann skal nú gerast liðugur, áðrenn brøðurnir báðir, Absalon og Mikkjal skulu snøggast.
Her er eingin steðgur í hjá Jacobu. Hon letur seg kortini ikki órógva av hesum, men heldur so trúliga á, til hesin arbeiðsdagurin fær ein enda ? nakað fyrri enn hinir dagarnir í vikuni.

Helvtin úr bygdini
Flestu kundarnir í salongini koma sum vituligt er av Viðareiði, men onkur kemur eisini sunnan úr Hvannasundi at fáa sær hárið gjørt á Viðareiði.
Annars so koma familja og vinir úr Klaksvík til Jacobu at gera sær hárið, eins og onnur sum hava eitthvørt tilknýti til bygdini.
Á Viðareiði búgva eini 350 fólk, og tað er helst ikki ov mikið sagt, at ein helmingur av teimum ganga klipt ella hárviðgjørd frá Jacobu.
Salongin er nú farin í summarfrí, og letur ikki uppaftur fyrrenn um ein mánað.