Hárfríðkanarkappingar á fyrsta sinni

Fyrstu almennu hárfríðkanarkappingar verða nú í Føroyum

Á Lívsstílsstevnuni 27. og 28. oktober verða fyrstu almennu hárfríðkanarkappingar í Føroyum nakrantíð. Kappingin fer rættiliga at seta fokus á hárfríðkanarfakið í Føroyum, umframt at hárfríðkarar á henda hátt kunnu gera vart við seg sjálvar og sína salong.


Fyrra dagin kappast lærlingar, seinna dagin tey útlærdu

Fyrra dagin - tann 27. oktober, verða tað lærlingarnir, sum fara at kappast. Seinna dagin - tann 28. oktober, verða tað útlærdir hárfríðkarar. Synergi hevur fingið Lis Helgadóttir, lærarinnu á hárfríðkanarkúlanum, at standa fyri sjálvari samskipanini av kappingini. Allir hárfríðkarar og lærlingar kunnu luttaka í kappingunum, sum verða býttar upp í hesar greinar: Harraklipp v/liting, Damuklipp v/liting, uppsetan av longum hári og Balmain extensionskapping.

Dømingin

Stórur dentur verður lagdur á, at dómararnar eru óheftir og ikki minst hava skil fyri fakinum. Høvuðsdómari er ein lærari frá hárfríðkanarkúlanum. Afturat henni verður Marianne Færch, hárfríðkari og sminkari úr Danmark. Marianne Færch er m.a. kend fyri m.a. at hava styla í sambandi við kendu donsku sendingarnar "Vild med dans", "6 sans", "De fantastiske 5", "Danmarks klogeste barn". Tilmelding til kappingina fer fram umvegis heimasíðuna hjá Synergi, www.synergi.fo