Hárfríðkanarhøllin í nýggjum hølum

Leygardagin var móttøka í nýggju hølunum hjá Hárfríðkanarhøllini í N. Finsensgøtu 30 í Havn.

Eftir at hava hildið til við Hoydalsvegin í 25 ár er Hárfríðkanarhøllin nú flutt til N. Finsensgøtu 30, har sum frisørsalongnin hjá Ásu Perdomu var áður.


Ann Petersen, sum eigur Hárfríðkanarhøllina, sigur, at nýggju hølini er mundandi størri og meira arbeiðslig enn tey við Hoydalsvegin. Eisini eru hølini sett í stand til eina nýmótans frisørsalong.


Tað var Lydia Danielsen, sum setti Hárfríðkanarhøllina á stovn. Fimm frisørar í arbeiða í Hárfríðkanarhøllini, Ann Petersen, Siri Ann Persson, Annika Andreasen, Elida Bjarnadóttir, og Lydia Danielsen.



.