Ynskir tú at fáa innlit í at og optimera heilsustøðu tína, so ber til at taka eina analysu av hárinum, bíða 15 minuttir og so hevur tú svarið.
Ein sunnur kroppur hevur tørv á at jávnvág er í føðsluevnum, so sum vitaminum, mineralum, aminosýrum, bótaevnum (antioxidentum) og omega 3, 6 og 9 feittsýrum.
Kykna, ein fyritøka í Klaksvík bjóðar analysu av hári, sum síðani sigur kundanum hvussu er stillað við jávnvágnum av føðsluevnunum. Analysan tekur bert 15 minuttir.
Tað eru hjúnini Gunnvør og Magnus Norðberg, sum reka fyritøkuna. Gunnvør hevur MSc í Medical Biotechnology og Magnus hevur BSc í Sports and Exercise Science og MSc í Nutrition og Metabolism.
Magnus fekk hugskotið til fyritøkuna tá hann sjálvur royndi eina slíka kanning. Úrslitið var sera neyvt, og eftir at hava kannað hvussu tólið riggar avgjørdu tey at bjóða tænastuna til føroyingar.
Ein strongdur gerandisdagur kann hava negativa ávirkan á heilsuna. Vísindin vísur, at vit sjálvi hava størri ávirkan á ílegur okkara, enn fyrr varð hildið, siga tey bæði handan Kykna.
Við einum sunnum lívstíli - tað er góðir matvanar, rørsl og eisini sálarlig góð heilsa - kunnu vit so at siga tendra og sløkkja tær góða ílegurnar, sum stuðla uppundir heilsu og gleði, siga tey.
Kanningin fer fram á tann hátt, at fýra hár, sum helst skulu vera av høvdinum, verða kannaði við einum skannaratóli. Hetta er ein nýggjari framkomin tøkni, sum er fyrsta av sínum slagi. Tólið er útviklað av granskarum við tilknýti til Cell-Wellbeing í Týsklandi.
Eftir kanningina fær kundin eina frágreiðing á 30 síður við úrsliti yvur hvørji føðsluevni ein manglar. Eisini fær ein innlit í um ein er útsettur fyri geislum, EMFs og ELF stráling, kemiskum evnum, eitrandi metallum, blámusoppi, og øðrum. Síðani fær ein eisini yvirlit yvir føðslu, sum ein skal eta meir ella minni av næstu tríggir mánaðirnar, sum eisini kann rætta uppá møguligar ójavnvágar. Kanningin kostar 1000 krónur.
Hendan tænastan er longu tøk í meir enn 20 londum. Les meir um fyritøkuna á Facebook vanganum hjá Kykna.









