Hóraldur vardi ritgerðina týsdagin, og hann hevði ein royndarfyrilestur mánadagin. Tað gekk sera væl, frætta vit úr Noregi. Hann fekk rós fyri eina væl úr hondum greidda ritgerð. Hon snýr seg um at skilja ímillum stovnar av fiski út frá fitisýrunum í gøgnunum, serliga hjartanum.
Kanningarnar hjá Hóraldi vísa stóran mun í nøgdunum av ymsu fitisýrunum í toski á Landgrunninum og á Føroyabanka. Somuleiðis vísir hon mun millum ymsu sløgini av kongafiski í landnyrðings Atlantshavi, og at fýra stovnar eru av trantkongafiski í sama øki. Hetta kann hava stóran týdning fyri framtíðar skipanina av fiskiskapinum eftir trantkongafiski og fyri býtið millum londini.
Nýtast til eftirlit
Kanningarnar kunnu nýtast til at staðfesta, hvønn stovn fiskurin hoyrir til. Tað er t.d. komið fyri, at fiskiskip hava fiskað norðsjóvarsild, men hava landað hana sum norðhavssild. Við at nýta henda kanningarháttin ber til at vita við vissu, hvar sildin er fiskað, ella hvønn stovn hon hoyrir til, tí munur er á fitisýrunum í teimum ymsu fiskasløgunum. Kanningarnar kunnu sostatt nýtast til at hava eftirlit við fiskiskapi.
Ein av kanningunum, sum Fiskirannsóknarstovan og Hóraldur Joensen hava gjørt, var at hava tosk av landgrunninum og tosk av Føroyabanka í somu ringum í trý ár. Hesi bæði toskasløgini, sum stava frá ymiskum stovnum, livdu undir somu umstøðum og í sama umhvørvið í trý ár Tað vísti seg tó, at vit at kanna fitisýrurnar, bar til at staðfesta, hvar teir einstøku fiskarnir hoyrdu heima.
Opponentar undir verjuni av ritgerðini vóru skotin John Sergent, ið er professari í feittsýrubiologi, og Gunnar Nevdal, ið er professari í fiskaríbiologi.
Hóraldur Joensen hevur tey seinastu fýra árini verið knýttur at Fiskirannsóknarstovuni, og áðrenn tað var hann lærari á Studentaskúlanum og HF-skeiðnum á Kambsdali.