Hár við lýggjum vindi

Várið er komið, og summarið nærkast við stórum fetum. Og júst sum vár skiftir til summar, so skiftir mótin eisini. Ikki bert innan klæðir, men eisini innan hár. Vit hava verið í Salong Bronx, har Lissi Mouritsen fyri góðum hálvum øðrum ári síðani lat upp egna hárfríðkanarstovu.
? Nú fyri tíðina er hárið bæði langt og stutt, og nógvir ljósir og myrkir litir verða nýttir. Reyðum er ikki so nógv av beint nú, sigur Lissi.
Afturvendandi nú fyri tíðina er, at hárið skal ikki síggja ov pent út, men helst vera eitt sindur rokaligt, og tað er galdandi bæði fyri mannfólk og konufólk.
? Mannfólk vilja eisini gjarna hava eitt sindur av hári. Altso hárið er ikki so stuttklipt, tí soleiðis fáa teir eitt sindur at manerera við, greiðir Lissi frá.
Lang hár er »in«, men tað skal ikki verða klipt beint av. Fruntur og aðrar lítlar detaljur gera nógv við langt hár, og fáa tað at síggja festligari út.
? Stutt hár er eisini nýmótans, men eg vil siga, at fleiri fara eftir langum hári enn stuttum. Um tú hevur stutt hár, so ber til at brúka nógvar litir, og gera tað nokkso »pjuskut«, sigur Lissi, sum viðgongur, at tað eru tey ungu, sum tora best at nýggja tann nýggja hármótan.
Eins og klædnamótin, so skiftir hármótin við árstíðunum. Lissi sigur, at tá tað fer at líða ímóti sumri, so vilja fólk hava ljósari hár.
? Um veturin ganga fólk ikki so nógv til frisør, men tað merkist væl, tá okkurt er í hondum. Sum til dømis jól, páskir, ólavsøka og so framvegis. Tað merkist eisini aftur, tá konfirmatiónirnar koma í hæddina um várið og heystið, sigur Lissi at enda.