Hørðu hvirlurnar halda fram

Eitt lágtrýst sunnan fyri Ísland fer í ein landnyrðing og eitt tilhoyrandi brúgvalag yvir Føroyar fer í ein eystan. Síðani kemur ein sterkur streymur av útsynningi inn yvir Føroyar við ælaveðri. Sunnudagin fer eitt lágtrýst á veg í ein landnyrðing væntandi framvið beint eystan fyri Føroyar, áðrenn eitt hátrýst gevur róligari og støðugari veður. Seinni í vikuni koma nýggj brúgvaløg við regni og vindi inn yvir okkum av vestri.

 

Í dag

Hvassur vindur ella skrið av útsynningi, 15 til 20 m/s, og sum frá líður hvirlur við styrki sum hvassur stormur, 25 til 28 m/s. Samdrigið og ælaveður. Í nátt strúkur í vindi upp í skrið av útsynningi, 13 til 18 m/s, men framvegis harðar hvirlur, upp í 25 m/s. Samdrigið og ælaveður. Hitin millum 7 og 11 stig.

 

Í morgin

Strúkur í vindi upp í skrið av útsynningi, 13 til 18 m/s og framvegis møguleiki fyri hesum hørðu hvirlunum, um 25 m/s, men út á dagin makar hann spakuliga vindin og sunnunáttina verður gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 m/s. Samdrigið og ælaveður. Hitin um dagin um 10 stig, um náttina millum 5 og 9 stig.

 

Sunnudagin

Lot til andøvsgul av útsynningi ella ymsum ættum, 3 til 8 m/s, um náttina yvirhøvur av útnyrðingi. Sólglottar, men út á dagin eitt skifti skýggjað og møguliga regn. Hitin um dagin um 10 stig, um náttina millum 5 og 9 stig.

 

Mánadagin

Lot til andøvsgul av útnyrðingi og norðri, 3 til 8 m/s. Turt og sólglottar. Hitin millum 7 og 10 stig, um náttina niður í 4 stig.

 

Týsdagin

Lot til andøvsgul av norðri, 3 til 8 m/s, seinnapartin lækkar hann í útsynning og sunnan og øtlar í andøvsgul upp í ein strúk, 8 til 13 m/s. Turt og sólglottar, um náttina yvirhøvur skýggjað. Hitin millum 4 og 9 stig.

 

Mikudagin

Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av suðri, 10 til 15 m/s, sum út á dagin hækkar í ein útsynning og makar í andøvsgul upp í ein strúk, 8 til 13 m/s. Skýggjað og regn av vestri, seinni klárar í, tó okkurt æl. Hitin millum 5 og 10 stig.