Hørð spreinging á herstøð á Kypros

Í minsta lagi 12 fólk eru deyð lív í einari ógvusligari spreinging á einari herstøð har suðuri á miðjarðarhavsoynni Kypros. Hálvalmenna tíðindastovan Cyprus News Agency sigur frá hernaðarkeldum, at fleiri eru særd.

Spreingingin var á herstøðini Evangelos Florakis, sum er millum býirnar Limassol og Larnaca. Sum skilst var spreingingin við eina goymslu, har myndugleikarnir goymdu lóður, sum teir tóku frá einum skipi, sum var á veg úr Iran til Sýrialands fyri tveimum árum síðani.

BBC sigur, at stórir partar av Kypros hava mist streymin orsakað av spreingingini.