Hørð revsing til Real Madrid

UEFA, europeiska fótbóltssamgongan, gjørdi í dag av, at revsa venjaran og fleiri leikarar frá Real Madrid fyri teirra uppførsil í Champions League dystinum móti Ajax.

 

Venjarin, Jose Mourinho, hevur fingið tveir dagar karantenu frá dystum undir UEFA og eina bót á 40.000 evrur, umleið 150.000 krónur.

 

Xabi Alonso og Sergio Ramos hava fingið eina bót á 20.000 evrur hvør, meðan Iker Casillas fær 10.000 evrur og Jerzy Dudek 5.000 evrur í bót.

 

Reyðu kortini til Alonso og Ramos eru galdandi og geva ein dag leikbann sum er galdandi í dystinum móti Auxerre um eina góða viku. Hesin dysturin er uttan týdning fyri Real Madrid, sum longu hevur vunnið bólkin. Harvið hava teir eingi kort við sær til fyrsta dystin í áttandaparts finaluni.

 

Sambært ákærunum fekk Sergio Ramos boð frá Iker Casillas stutt áðrenn hann varð útvístur. Jerzy Dudek skal beint undan hava tosað við Casillas, eftir at hava tosað við Mourinho. Harav allar bøturnar.

 

Real Madrid hevur tríggjar daga freist at kæra dómin.