Reiðaríið hjá Sjagakletti heldur, at skipið er hart revsað fyri eitt lítið mistak Fyrr í vikuni tók Fiskiveiðieftirlitið fiskiloyvið frá hvalbiartrolaranum Sjagakletti, tí trolarin hevði fiskað ov nógvan ungfisk uttan at boða eftirlitinum frá tí.
Hvalbingar eru misnøgdir við revsingina. Reiðaríið sigur, at Sjagaklettur var júst byrjaður túr og hálaði fyri aðru ferð, ta fólk av Brumli komu umborð til eftirlit.
Togið frammanundan var so litið i, at onkið kar bleiv fylt, og skiparin metti, at tað var so litið i, at ikki var neyðugt at kanna støddina.
-Men hesir fáu fiskar blivu kannaðir, og herí funnu eftirlitsfólkini ov nógvan smáfisk. Tað vil siga, at Sjagaklettur hevur mist fiskiloyvið, ti hann ikki boðaði frá, at hann hevði 150-200 kg ov nógv av smáfiski i hesum toginum, sigur Mikkjal Hammer, reiðari.
Reiðaríið heldur, at hetta er ein hørð revsing fyri eitt so litið mistak.