hondbóltur
Í Hondbóltssambandi Føroya eru tey væl nøgd um, at Føroyar til komandi undankapping skulu spæla móti Noreg og Rumenia.
Ikki minst er tað Noreg, sum skapar gleði, tí fíggjarligi kann hetta gerast ein sannur gloypibiti hjá HSF. Allir teir norsku landsdystirnir verða vanliga sendir beinleiðis í norska sjónvarpinum, og tí kann hetta leggja nakað av pengum eftir sær, og hartil er tað avmarkað, hvussu stórar ferðaútreiðslurnar her eru.
Ítróttarliga er tó eingin ivi um, at talan er um tvey sera sterk lið.
Í tíðindaskrivi sigur Lars Nedergaard, landsliðsvenjari, at Noreg ivaleyst er sterkasta av teimum liðum, sum ikki komu beinleiðis til play-off dystirnar í undankappingini, og hann ivast ikki í, at hetta er besta lið, sum nakran tíð hevur leikt í Føroyum, tá teir koma.
Rumenia er ikki eins sterkt, sum tá liðið fyri fáum árum síðani veruliga varð roknað upp í heimselituna, men hinvegin er heldur einki at ivast í, at eisini teir hava eitt landslið, sum er nakað sterkari enn okkara. Føroyar leiktu annars tveir dystir móti Rumenia í 2000, og í báðum førum var talan um greið tap.
Lutakastið hevur verið í dag, og nú verður tað so ein samráðingarspurningur, hvussu dystirnir verða leiktir, og um tað t.d. verður møguleiki fyri, at Føroyar kunnu fáa báðar dystirnar avgreiddar heima móti onkrum av mótstøðuliðunum.