Magn sigur á sínari heimasíðu, at oljan frá teimum til húsarhaldini kostar 7,35 krónur liturin, meðan Effo á sínari heimasíðu letur oljuna fyri 7,48 krónur liturin. Oljufeløgini hava ofta verið illtonkt fyri at avtala prísirnar á ymsu framleiðslunum, men soleiðis er ikki í dag.
Við at hyggja inn á heimasíðurnar hjá oljufeløgunum báðum sæst, at Magn tekur 7,35 krónur fyri liturin av gassolju, meðan Effo tekur 7,48 krónur liturin.
Hetta merkir, at Effo í løtuni tekur 13 oyru meira fyri liturin enn Magn ger.