Hørð kapping um fyrsta plássið

Ítróttarfelagið í Mjórkadali skipaði leygardagin fyri rennikapping niðan á Sornfelli. Hetta bleiv ein sera spennandi kapping, har vinnarin ikki bleiv funnin fyrrenn í evstu løtu.

Leygardagin skipaði ítróttarfelagið í Mjørkadali fyri rennikapping niðan á Sornfelli. Hetta er ein hørð kapping, har rennararnir byrja við statoilstøðina í Kollafirði. Teir skulu síðani renna allan tann langa vegin niðan á Sornfelli, sum liggur í 680 metra hædd.
Tað bleiv ein sera hørð og spennandi kapping, sum endaði við, at Sam Vang dróg longsta stráðið  men hann var bert eitt sekund frammanfyri nummar tvey, sum var Regin Zachariasen. Hetta er sera tepurt, tá hugsað verður um, at teinurin, sum tey renna, er 9,8 kilometrar langur, samstundis sum tað er mótbrekka at kalla allan vegin. Vinnaratíðin hjá Sam Vang var 45 minuttir og 12 sekund.
Nummar trý gjørdist vinnarin frá í fjør, Sigurð Justinussen í tíðini 45 minuttir og 47 sekund.
Sigurð eigur eisini framvegis metið á teininum, sum er 45 minuttir og 2 sekund.
 
Bjørk setti nýtt met
Hjá kvinnunum setti Bjørk Herup Olsen nýtt met, tá hon leygardagin rann seg á mál í tíðini 54 minuttir og 33 sekund. Hon tók sostatt næstan ein heilan minutt av gamla metinum, sum hon sjálv átti. Á øðrum plássi kom Rannvá Djurholm í tíðini 58 minuttir og 55 sekund, meðan Óluva Zachariasen kom inn sum nummar trý í tíðini 1 tími 5 minuttir og 47 sekund.
Tilsamans vóru tað 46 rennarar, sum bjóðaðu Sornfellinum av í gjár og teir komu allir á mál. Mjørki var á Sornfelli, men vit frætta, at líkindini vóru góð at renna henda dagin.