Alsamt fleiri føroyingar hava seinni árini fingið starv í ferðavinnuni, aftaná at stóri vøksturin hevur latið upp fyri fleiri møguleikum. Fleiri nýggjar matstovur lata dyrnar upp á hvørjum ári og tvey nýggj hotell standa í løtuni í gerð í høvuðsstaðnum.
Nýtt virksemi krevur eisini nýggj starvsfólk, og tá tað frammanundan er trot á arbeiðsmarknaðinum kann tað gerast ein avbjóðing hjá teimum stóru aktørunum í vinnuni.
Ein sum kennir væl til kappingina um arbeiðsmegi í vinnuni er Pætur Trónd Thomsen, stjóri í Hotel Hafnia. Umframt Hotel Hafnia telur samtakið eisini Norrøna, Hotel Skálavík og nýggja Hotel Brandan, ið verður bygt nærhendis Gundadali.
- Vit merkja, at tað eru nógvar matstovur í løtuni og hørð kapping er um arbeiðsmegina. Tá arbeiðsloysið er so lágt, ið tað er í løtuni, so sigur tað seg sjálvt, at tað er torført at finna starvsfólk. Tað er eingin ivi um, at manglandi arbeiðsmegi er ein av størstu avbjóðingunum í vinnuni í løtuni. Men vit hava tilrættarlagt summarið rættiliga væl, so vit eru væl mannaði, sigur stjórin í Hotel Hafnia.
Tá kappingin er so hørð um starvsfólkini er tað eisini týdningarmikið, at man fer væl við teimum, ið man hevur, vísir stjórin á.
- Sum fyritøku skulu vit standa allarfremst og syrgja fyri, at treytirnar hjá okkara starvsfólkum eru so góðar sum yvirhøvur gjørligt. Starvsfólkini hjá okkum eru jú okkara andlit úteftir, so tað er týdningarmikið, at tey hava tað gott. Tað haldi eg, at vit hava megnað nokk so væl. Eg haldi fólk eru glað fyri at starvast hjá okkum og tað merkist við, at fólk verða verandi longur, sigur hann.
Av yrkjum innan ferðavinnuna er tað kanska serliga kokkar, at hørð kapping er um. Talið av matstovum heldur fram við at vaksa, hóast talið av kokkum er avmarkað. Tað merkir, at kappingin um teir kokkar, ið eru, verður tað størri.
- Tað eru komnar so nógvar matstovur í seinastu og um summarið er eitt øgiligt trýst á hesi støð. Vit hava fleiri gestir í ár enn nakrantíð áður og allir hesir gestir skulu sjálvandi hava at eta. Tí merkja vit sjálvandi, at tað er eitt trýst á marknaðinum fyri kokkar. Men vit útbúgva sjálvi nógvar kokkar á staðnum, sigur stjórin á Hotel Hafnia.
Hendan greinin er partur av temanum um arbeiðsloysið, ið er at lesa í Vikuskiftis-Sosialinum.

Hørð kapping um arbeiðsmegina

