Kappingin um tey lesandi er hørð í hesum døgum. Danska blaðið, Weekendavisen, staðfesti í grein í oktober 2007, at altjóða útbúgving í dag er ein milliardforrætning, har serliga EU londini, USA og Kanada kappast um at draga at sær lesandi ungdóm úr øllum heiminum.
Á leið 2,5 milliónir fólk í ferð við at taka eina útbúgving í einum øðrum landi enn teirra egna, og metingar siga, at í 2025 verður talið 7,2 milliónir. Orsøkin til at lond ynskja útlendsk lesandi er bæði fyri at fáa góðar heilar til landið og at fasthalda bestu heilarnir, sum landið hevur.
Síðani álopið 11. September er talið av altjóða lesandi fallið í USA, meðan Kina av álvara er farið inn í kappingina um tey lesandi. Hetta hevur avleiðingar fyri USA - bæði búskaparliga og intellektuelt, og tí er ein stór lýsingarherferð sett í verk fyri at fáa serliga kinesisk lesandi at koma til USA at lesa.
Greinin í Weekendavisen staðfestir, at í kappingini um tey lesandi nyttar ikki at brúka tjóðskaparligan trúskap sum eitt amboð, tí unga ættarliðið er globalt. Øll verðin liggur opin fyri teimum, og tey velja at fara, har besta tilboðið er. Kappingar-parametrini mugu tí vera faklig dygd, fjølbroytt útboð og livandi sosialt kampuslív.