Hørð kapping millum ungu súkklararnar

Súkkling: Enn eina ferð vóru veðurgudarnir við súkklarunum tá afturvendandi barnasúkklukappingin ?Balslev Runt? stóð á skránni leygardagin

Gunnar Dahl-Olsen


Hetta er fjórða árið á rað, at Balslev og súkklarar úr Tórshavnar Súkklufelag skipa fyri súkklukappingini ?Balslev Runt?. Undirtøkan hevur verið stak góð øll árini, og soleiðis var eisini leygardagin, tá umleið 40 børn úr 4. til og við 7. flokki kappaðust um gullið.

Jú, børnini høvdu nógv at kappast um, tí ikki færri enn fýra steyp og tólv heiðursmerki skuldu býtast millum ágrýtnu børnini.

Kappingin varð skipað soleiðis, at gentur og dreingir kappaðust hvør sær, og meðan børn úr 4. og 5. flokki kappaðust sín á millum, so kappaðust børn í 6. og 7. flokki móti hvørjum øðrum.

Størsti bólkurin var aftur í ár dreingir úr 4. og 5. flokki, og hesir skuldu tí fyrst undir eitt innleiðandi umfar, og seinni súkkla finaluna.

4. og 5. flokkur skuldu súkkla seks ferðir runt um goymslubygningin hjá Balslev og 6.og 7. flokkur skuldu súkkla átta ferðir, men tá dreingirnir úr 4. og 5. flokki skuldu súkkla finaluna, so skuldu teir eisini undir átta harðar umgangir.

Tað bleiv sjálvandi ikki bara súkkla runt og runt, men teinurin rundan um bygningin var gjørdur soleiðis, at ymsar forðingar vóru lagdar út soleiðïs, at rutan var meira áhugaverd at súkkla á.


Eingin slingur í valsinum

Tað sást longu í innleiðandi umfarinum, at Anfinn Danielsen úr Adventistaskúlanum fór at verða ringur at taka í finaluni, tí beinan vegin í kappingini legði hann seg á odda, og har helt hann seg restina av kappingini. Hann økti og økti, og tað vóru nógvir metrar millum hann og nummar tvey tá tey seks umførini vóru súkklað.

Jú, hann endurtók bragdið í finaluni, og fekk tí gylta steypið við sær heim.

Næstur honum gjørdist Høgni Petersen úr Hoyvíkar Skúla, og nummar trý gjørdist Jákup Apol.

Hjá gentunum í 4. og 5. flokki var kappingin eisini spennandi, men ein skuldi trúð, at genturnar í Kollafirði súkkla nógv eftir skúlatíð, tí beinan vegin legði Turid í Homrum seg á odda, og nakað aftanfyri lógu tvær aðrar gentur úr Kollafirði. Tá avtornaði áttu tær fyrsta, annað og fjórða plássið. Turid gjørdist nummar eitt og eisini hon fekk bæði steyp og heiðursmerki við sær heim. So hvør veit, møguliga fara kollfirðingar at skipa fyri barnasúkklukapping á næstu Sundalagsstevnu.


Ása aftur ovast

Aftur í ár fór Ása úr Dímun við gullinum, men hesa ferð fekk hon harða kapping frá vinkonu síni, Eyðbjørg Højgaard. Eyðbjørg gav henni harða kapping leygardagin, og eina løtu lá Eyðbjørg á odda, men Ása var stinnari og vann ta sera spennandi kappingina.

Beinir Jacobsen úr Skt. Frantsskúla vann trygt í fjør og í súkklukappingini á Skála fyrr í ár, men leygardagin fekk hann harða kapping frá unga telvaranum Olaf Berg, ið rættiliga setti Beinir skák mát. Men kappingin millum teir var hørð, og tað kom ikki upp á tal, at Beinir gav skarvin yvir, nei hann kappaðist av heilum hjarta, og ikki fyrr enn Olaf fór um málstrikuna, gav Beinir upp at vinna gullið.


Úrslitini


Úrslit 4. og 5. flokkur, dreingir:

1. Anfinn DanielsenAdventistaskúlin

2. Høgni PetersenHoyvíkar Skúli

3. Jákup ApolKommunuskúlin


Úrslit 4. og 5. flokkur, gentir:

1. Turid í HomrumKollafjarðar Skúli

2. Karin Højgaard Skt. Frantsskúli

3. Birita MohrKollafjarðar Skúli


Úrslit 6. og 7. flokkur, dreingir:

1. Olaf BergVenjingarskúlin

2. Beinir JacobsenSkt. Frantsskúli

3. Svenn VatnsdalHoyvíkar Skúli


Úrslit 6. og 7. flokkur, gentir:

1. Ása úr DímunEysturskúlin

2. Eyðbjørg HøjgaardSkt. Frantsskúli

3. Birgit HansenSkt. Frantsskúli