Talv
Ein góður endaspurtur varð høvuðssorsøkin at fyrrverandi heimsmeistarin Anatoly Karpov dróg sigurin í land í ?Miguel Najdorf Memorial? í Buenos Aires. Tveir sigrar og ein javnleikur í síðstu umførunum, meðan elsti og yngsti luttakarin, ávíkavist Viktor Korchnoi og Teimour Radjabov ikki høvdu eins góðan endaspurt. Tað vórðu hesir tríggir sum stríddust um fyrsta plássið gjøgnum alla kappingina.
Heimsins fremsti kvinnuligi telvarin Judit Polgar fylgdi væl við í fyrru hálvu, men eftir tapini ímóti Karpov og Korchnoi fall hon ímillum. Bretin Nigel Short bjargaði kappingini við tveimum umráðandi sigrum og fekk eitt fjórða pláss, meðan kvinnurnar báðar, Polgar og Xie Jun, deildu fimta plássið. Aftastur bleiv Gilberto Milos (styrkital 2614), sum hevði eina katastrofukapping við bert trimum javnleikum og seks taptum talvum.
Toppurin:
Karpov 6,5 av 9
Korchnoi 6,0
Radjabov 6,0
Short 5,0
Polgar 4,5
Xie Jun 4,5
Hetta var fyrsti kappingarsigur hjá Karpov í longri tíð, og somuleiðis ein sera góð og umráðandi upphiting til trýmanskappingina í desember í Moskva, har hann sleppur av álvara at royna seg aftur ímóti heitastu nøvnunum í nýggjari tíð, nevnliga Kasparov og Kramnik. Hvussu Karpov megnar hesa uppgávu er ringt at meta um, men hann hevur í hesari kapping prógvað at telving hansara enn er heimsklassi.
Ikki vil hann gevast og bert tykist tað sum hann verður betri við aldrinum. Korchnoi telvaði sum at revur í hesari kapping, tapti einki talv ? eins og Karpov og Radjabov ? og kundi hann saktans vunnið hesa kapping.
14 ára gamli Radjabov fekk sítt veruliga altjóða gjøgnumbrot í hesari kapping. Hann vísti serliga verjuspæl í heimsklassa tá hann ímóti bæði Karpov og Korchnoi var í trongum skóm, men fekk bjargað sær javnleikar. Tað verður sagt at hann er størri talent enn sjálvur Kasparov, og tað sigur ikki lítið.
Misjøvn úrslit hjá føroyingum
Hetta vikuskifti vórðu fyrstu trý umførini av teimum níggju sum leikast skulu, leikt í Amagermeistaraheitinum. Fýra føroyingar luttaka, Heini Olsen, Flóvin Tór Næs og Heini Danielsen í ovasta bólkinum, og Miriam Olsen í triðovasta bólkinum.
Heini Olsen og Flóvin hava báðir hálvtannað stig meðan Heini Danielsen hevur eitt stig, og er tað undir væntaðu skoruna hjá øllum trimum. Enn eru tó seks umfør eftir og skjótt kann vendast í talvi. 12 ára gamla Miriam er á odda í sínum bólki við hálvumtriðja stigi. Síðsta umfar verður leikt 30. September.
Havnar Telvingarfelag royndi seg í vikuskiftinum í internetliðkapping ímóti hinum meistarafeløgunum í Norðurlondum. Øll liðini sótu í egnum heimlandi og telvaðu via Internet Chess Club. HT endaðu aftast í hesari sterkari kapping, har millum annað nógvir stórmeistarar eisini luttóku. Vinnarir blivu teir úr felagnum Asker úr Norra.
Farodane stuðlaðu føroysku luttøkuna.
Føðingardagskapping í Vestmanna
Í samband við at Vestmanna Talvfelag er vorðið 50 ár í ár, skipa teir fyri serligari liðkapping leygardagin 22. September. Hesar jubileumskappingar hava altíð verið vælumtóktar, og kappingin í Vestmanna er eitt serligt høvi at savna feløgini kring Føroyar áðrenn kappingarárið av álvara byrjar aftur.
Kappingin verður skipað soleiðis at seks mans verða á hvørjum liði, og tíðin verður 25 ella 30 min pr. talv. Kostnaður fyri kappingina er 200 krónur fyri hvørt liðið. Tekning á tlf. 424792 eftir 17.00, ella teldupost: jm@sev.fo í seinasta lagi mikudagin 19. september.