Hár, ið hjálpir

Locks of Love er ein vælgerandi felagskapur, sum hevur til endamáls at geva sjúkum børnum í USA og Kanada ókeypis hár. Lokkarnir, sum tú sendir, Locks of Love, verða latnir børnum, sum koma úr familjum, sum ikki sjálvar hava ráð at keypa parykkar og hár. Børn, sum hava mist hárið, verða ofta happað og halda seg burtur frá øðrum børnum. Við nýggja hárinum kunnu tey kenna seg sum onnur børn aftur.

Á heimasíðuni www.locksoflove.org stendur alt um, hvussu tú kanst vera við til at hjálpa børnum, bara við at lata eitt petti av tínum hári. Locks of Love er óheft av øllum politiskum, átrúnaðarligum og fíggjarligum bondum.