Mótstøðuliðið hjá Víkingi í Champions League undankappingini, finska meistaraliðið, HJK Helsinki hevur telvað betur við sínari fyrireiking, og teir lendu við Atlantic Airways seinnapartin í dag. Sama kann ikki sigast um litaviska mótstøðuliðið hjá KÍ í Europa League undankappingini, Zalgiris sum skuldu koma við SAS, men eru ikki lendir vesturi í Vágum vegna mjørka.
Tað er tí púra víst, at Víkingur og HJK Helsinki spæla á Svangaskarði á Toftum í annaðkvøld klokkan 19, meðan óvissa er um dystin millum KÍ og Zalgiris sum stendur til at byrja í morgin klokkan 17 á ovara vølli í Gundadali í Havn.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Árni Gregersen gjørdi við Brand Jacobsen, formann í Víkingi á FM1 seinnapartin.
Brandur Jacobsen boðar frá, at tað verður ókeypis at koma til dystin millum Víking og HJK Helsinki á Svangaskarði á Toftum í annaðkvøld klokkan 19.
Brandur Jacobsen er varin optimist og vónar, at Víkingur megnar ein javnleik ella ein eittmálssigur í morgin.










