Jóhan V. Gunnarsson var aftur hesa ferð ein av mest eyðsýndu B36’arunum. Og eins og liðformaðurin hjá NSÍ, so heldur hann, at tað fyrst og fremst ráddi um, at dysturin ikki varð taptur.
- Sjálvandi fert tú altíð á vøllin fyri at vinna. Men ein javnleikur á útivølli móti hinum oddaliðnum er ok. Seinastu løtuna trýsta vit, og vit eru eisini um reppi at taka stigini, men teir høvdu eisini sínar møguleikar, so alt í alt mundi talan eisini vera um rættvíst úrslit, heldur hann.
Undan dystinum snúi nógv av prátinum seg um, at B36 mátti standa seg uttan teir tríggjar. Jákup Mikkelsen, Alex José dos Santos og Mikkjal Thomassen. Og at liðið kortini megnar javnleik í slíkum dysti heldur Jóhan undirstrikar breiddina, sum hópurin hevur.
- Tað haldi eg avgjørt. Tað nervaði ikki spælið hjá okkum tað heilt stóra, at tríggir somikið góðir spælarar eru uttanfyri. Og kortini høvdu vit eisini ein sterkan bonk, har menn sum Hanus og Oddmar koma inn. So eg haldi avgjørt, at vit hava neyðugu styrkina.
Og enn sum áður er tað so gullið, sum tit hugsa um.
- Ja, sjálvandi. Vit eru enn á odda, og so er tað sjálvandi tað, sum vit medda eftir, sigur hann.