Fiskivinna
Fleiri skip hava landað í Klaksvík hesa vikuna, og næstu dagarnar koma eisini fleiri skip inn at landa.
Landingarmiðstøðin í Klaksvík landar tvey skip í dag. Ísfiskatrolarin Safir hevur 85.000 pund og “makkarin” hjá honum, Smaragd, hevur út við 90.000 pund.
Safir landar á Kósini, meðan veiðan hjá Smaragd verður løgd upp í Fuglafirði í morgun og verður síðan koyrd til virkingar í Klaksvík.
Maskinbrek
Pól Fuglø, landingarformaður, sigur, at Smaragd fór til Fuglafjarðar eftir loknan túr at gera okkurt við trolið, men tá ið teir skuldu loysa og fara á Klaksvík við veiðini, fingu teir ikki skipið í gongd aftur, tí okkurt var áfatt við startaranum.
- Vit landa tí skipið í Fuglafirði, og síðan verður veiðan koyrd til Klaksvíkar, sigur hann.
Gomlu Polarhav og Stjørnan, núverandi Navarin og Borgarin, landaðu í Klaksvík í gjár. Teir høvdu 215.000 pund tilsamans.
Ísfiskatrolararnir, Fjalshamar og Nónhamar, løgdu eisini veiðina upp í Klaksvík í gjár. Teir høvdu 150.000 pund tilsamans.
Veiðan hjá øllum ísfiskatrolarunum er upsi, og sagt verður, at upsin er betri til støddar í ár enn í fjør og fyrraári.
Línuskipini
Pól Fuglø veit at siga, at línuskipið Pison er á veg til Klaksvíkar. Teir verða inni í dag. Í morgin koma línuskipini, Núpur og Ågot.
- Eg spurdi ikki, hvat Pison hevur inni, tá eg tosaði við teir, men sum eg skilji, hava Ågot og Núpur eini 70.000-80.000 pund hvør.
Landingarformaðurin sigur seg vænta, at trý línuskip koma inn at landa komandi mánadag, Klakkur, Kvikk og Polarstjørnan.
Fiskiskapurin hjá línubátunum undir Føroyum hevur verið misjavnur í seinastuni. Summir dagar roynast hampiliga væl, men aðrar dagar er fiskiskapurin slakari
- Fiskaprísurin er framvegis góður og støðugur, sigur Pól Fuglø, sum var staddur í Fuglafirði, tá ið vit høvdu hann í telefonini í morgun.










