Hópur av flogferðum frá Atlantic

Tíggju flogferðir hjá Atlantic Airways vóru at vinna, tá punktum varð sett fyri fótbóltsárinum í Miðlahúsinum

Kappingar

Nú kappingarárið er av, varð lutur eisini kastaður um fleiri flogferðir frá Atlantic Airways. Hetta eru ferðir, sum vóru settar sum vinningar til kappingini “Hvar er bólturin”, sum hevur verið í blaðnum hetta kappingarárið.
Kappingin hevur verið skipað soleiðis, at vit í Sosialinum hava havt fleiri myndir, har bólturin er tikin úr myndini. Uppgávan hjá lesarunum hevur so verið at gita, hvar bólturin er, og er hetta gjørt við hópatals SMS-boðum, sum eru send gjøgnum árið.

Og nú er so lutur kastaður um tær átta ferðirnar, sum vórðu at vinna. Hartil fáa vinnararnir av tippingarkappingini hjá Sosialinum og Formula.fo nú eisini sín vinning. Teir báðir vinnararnir, sum nú fáa vinningin, eru teir, sum dugdu best at gita úrslitini í HM-kappingini í summar og í Formula-kappingini í ár. Longu nú er næsta kappingin fult ígongd, og er tað her Champions League fótbóltur, sum gitt verður um.

Til samans eru tað sostatt 10 flogferðir frá Atlantic, sum vórðu lutaðar burtur, og eru vinnararnir hesir:

Hvar er bólturin
Janus Dragasund, Lítlatrøð 8, Tórshavn
Annika Fríða Wardum, Streymnes
Ragna á Plógv, Nesavegur 29, Sandavági
Anita Arge, Høvdagøta 10, Argir
Jónfríð Jacobsen, Bakkavegur 13, Fuglafirði
Anja Egholm, Varðagøta 3, Tórshavn
Hans Lyngsø, undir Borgarhálsi, Velbastaður
Eydna Berg, undir Heygnum 25, Tórshavn

Bestu tippararnir
HM-kappingin
1Róaldur Jacobsen
2Rúni Mortensen
3Regin Sivertsen
4John Michael Petersen
5Áki Anderasen
6Ragnar Háskor
7Jákup Ósá
8Magnus Simonsen
9Súsanna Danielsen
10Hans Pauli Joensen

Formula-kappingin
1Regin Davidsen
2Jóhan Heinesen
3Áki Johansen
4Sanna Djurhuus
5Høgni Davidsen
6Kim Olsen
7Hans Pauli Joensen
8Heri Ósá
9Allan Dal-Christiansen
10James við Brúgv