Hópuppsagnir í Sørvági

Umleið 30 ársverk eru færri at forvinna á havnarlagnum í Sørvági, nú kryvjivirkið hjá Sørvágs Laksi er afturlatið og alt fólkið koyrt til hús

Eini 30 fólk gjørdust arbeiðsleys í Vágum í seinastu viku, tá laksakryvjivirkið í Sørvági lat aftur. Einki verður sett út aftur fyrr enn komandi vár, sigur stjórin á Sørvágs Laksi.
Gardar Joensen, stjóri á Sørvágs Laksi sigur, at teir ganga nú einir fýra mans eftir og rigga av. Tað skal gerast eftir ávísum reglum fyri at fáa karantenutíðina at galda, sigur hann.
Teir hava tømt fjørðin, og í ár munnu eini 3.000 tons vera tikin, sigur hann. Teir eru slopnir av við allan fiskin, men prísurin hevur ikki verið nakað serligur. Eina stutta tíð var hann oman fyri 20,- krónur, men tað vardi ikki leingi. Skal tað bera til at ala laks, skal prísurin helst liggja um tær 20,- krónurnar ella meira, sigur Gardar Joensen.
?Tá nú avriggað er, fara maskinur og onnur gøgn helst at verða standandi og bíða eftir, at lív kemur íaftur. Tað hevði helst verið ringt at sloppið av við nakað kortini, tí tað er nokk ikki so stórur áhugi fyri at keypa, heldur hann.
Hóast allar reglur um karantenu verða hildnar, er eingin trygd fyri, at sjúka ikki kann stinga seg uppaftur, tá farið verður at seta út av nýggjum, ásannar Gardar Joensen. Men hetta er so ein vági, hann verður noyddur at liva við, um ætlanin er at halda fram við aling, sigur hann.
Um framtíðarútlitini sigur Gardar Joensen, at um loyvt verður at koppseta, og kvotur verða lagdar á í ES, kann tað henda, at prísurin verður so mikið høgur, at tað kann loysa seg at ala aftur. Onnur boð hevur hann ikki í løtuni.
Hvat er vorðið av teimum umleið 30 fólkunum, sum gjørdust arbeiðsleys í seinastu viku, veit hann ikki rættiliga, sigur stjórin á Sørvágs Laksi. Men tey ganga helst fyri einki enn, væntar hann.