Hópuppsagnir hótta á Landssjúkrahúsinum

SPARINGAR Landssjúkrahúsið skal undir stórar sparingar næsta ár og læknastjórin sigur, at talan kann saktans verða um hópuppsagnir

- Tað er ringt at síggja, hvussu vit kunnu sleppa undan at siga starvsfólki upp og at bíðilistar verða longri.
Tað staðfestir Tummas í Garði, læknastjóri á Landssjúkrahúsinum.
Næsta ár verður Landssjúkrahúsið hart rakt av sparingum.
- Eftir uppskotinum til fíggjarlóg, sum samgongan nú hevur lagt fyri tingið, skal Landssjúkrahúsið spara 800.000 krónur.
Men harafturat kemur, at Landssjúkrahúsið fær onga hægri játtan fyri tær lønarhækkingar og tær príshækkingar, sum verða næsta ár.
- Vit hava mett, at næsta ár mugu vit spara tilsamans spara 10 milliónir, sigur Tummas í Garði.

Fer at raka hart
Læknastjórin letur ongan iva verður um, at hetta fer at raka sjúkrahúsið hart.
Politikarar hava kravt í fleiri ár, at Landssjúkrahúsið skal spara og nú eru vit á markinum, har tað ordiliga pínur, hvørja ferð, tiltøk skulu setast í verk, sigur hann.
Hann sigur, at í øllum førum dugir hann ikki at síggja, at tað slepst undan at tænastan versnar og at starvsfólk verða søgd upp.
Hann sigur, at Landssjúkrahúsið hevur longu spart, alt tey kunnu í sambandi við ymsar vørur og tænastur, tey keypa, eitt nú at bjóða vørur og tænastur út.
- So tað er ógvuliga avmarkað, hvørjar skrúvur eru eftir, sum kunju stillast, sigur læknastjórin.
- Hóast vit hava eina fíggjarætlan upp á yvir 400 milliónir, fer tað at krevja álvarslig inntriv at spara 10 milliónir, leggur hann afturat.
- Verður øll sparingin umroknað til starvsfólk, svara 10 milliónir til eini 30 fulltíðarstørv.

Missa starvið
Landssjúkrahúsið hevur annars longu sett setanarsteðg í verk.
Tað merkir, at størv, sum fólk eru farin úr, verða sum heild ikki sett aftur.
Tískil kann ein partur av sparingini verða natúrlig frágongd, har størv ikki vera sett, tá ið fólk fara úr starvi.
- Talan kann eisini verða um, at fólk fara niður í starvstíð.
- Men tað er heldur ikki ósannlíkt, at tað kann enda við hópuppsagnum og at kanska at upp ímóti 30 fulltíðarstørv rúka.
Her skal leggjast at nettupp í heilsiverkinum er vanligt, at fólk arbeiða niðursetta tíð, so hóast tað rúka 30 ársverk, svarar tað sostatt til væl fleiri starvsfólk.
- Vit hava 800 starvsfólk á Landssjúkrahúsinum og tað er í øllum førum greitt, at vit kunnu ikki hava líka nógv ársverk næsta ár, sum vit hava nú.
Og undir øllum umstøðum fáa tey starvsfólk, sum eftir eru, tað strævnari, enn tey hava tað nú.
Hann sigur, at ein avleiðing av verður eisini, at bíðilistarnir til summar viðgerðir fara at verða longri, enn tær eru nú.
- Tað verður sera óheppið, tí hóast bíðitíðin til nógvar viðgerðir ikki er so long, er kortini long bíðitíð at sleppa til neurolog og aðrar serlæknar, sum ikki eru í Føroyum, men sum koma heim av og á.
Leiðslan á Landssjúkrahúsinum situr nú og telvar við teir ymsu deplarnar á Sjúkrahúsinum fyri at finna sparingar.
Fyrrenn tað talvið er liðugt, fær Tummas í Garði ikki sagt nakað ítøkiligt um, hvussu verður.
- Men tað er á hasinum støðinum, eg havi nevnt, at vit nú eru komin, sigur læknastjórin.
- Næsta ár er sparingin ein uppgáva, sum er nógv størri, enn hon hevur verið hini árini, leggur hann afturat.


Flyta ímillum kassar
Tað hevur onkuntíð verðið sagt, at nú ber ikki til at spara meiri á Landssjúkrahúsinum, uttan at skerja heil virkisøki burtur, tí sláimaskinan, har eitt sindur verður klipt av her og har, kann ikki brúkast meiri?
- Tað er líka við. Men vit duga ikki at síggja nakað endamál í, tí tað er bara at flyta útreiðsluna úr einum almennum kassa, í ein annan.
Tummas í Garði sigur, at tær viðgerðir Landssjúkrahúsið ikki kann veita, mugu veitast uttanlands. Sostatt mugu fleiri sjúklingar sendast á sjúkrahús uttanlands at fáa og tað skal eisini rindast.
Hann sigur, at heldur enn at skerja virksemið, roynir Landssjúkrahúsið at taka viðgerðir heim, tí tað er bíligari enn at senda sjúklingar av landinum.
- Vit føla tað eisini sum um vit hava eina tænastu fyri alt landið og tí stríðir tað ímóti okkara hugsjónum at skerja virksemið.