Hópuppsøgn í Kollafirði: 22 fólk uppsøgd á Vestlaxi

Nú er næstan ikki vika, har tað ikki frættist um hópuppsagnir á onkrum føroyskum virki.

Og aftur dagurin í dag er ein døpur løta í so máta, tí nú er tað Bakkafrost-Vestlax samtakið, sum stóð fyri tørni at siga fólki upp.

Í morgun varð arbeiðsfólkið á Vestlaxi í Kollafirði kallað saman til fundar á virkinum og har fingu tey tað váttað, sum tey høvdu illbatan av, tí longu áðrenn fundin vóru leysasøgur farnar at ganga um, at fólk í hópatali skuldu sigast úr starvi.

Á fundinum vórðu 22 fólk søgd upp á virkinum

Talan er bæði um mannfólk og konufólk, men tað er verri enn so alt kollfirðingar, tí tey eru nógva staðni frá.

Nógv teirra eru nýliga byrjað í starvi, men onkur av teimum uppsøgdu hava verið á virkinum í yvir 10 ár.

Á Vestlax hava tey arbeitt í tveimum vaktum og tað er mestsum ein heil vakt, sum er søgd upp.

Eitt av uppsøgdu starvsfólkunum sigur, at tey fingu at vita frá leiðsluni, at tað er ikki nóg mikið av fiski at taka til at hava tvær vaktir til arbeiðis.


Neyðugt við tillagingum

Beint fyri døgverða segði Bakkafrost í tíðindaskrivi, at eftir at føroyska alivinnan í 2009 seldi útvið 60.000 tons av aldum fiski, verður nakað minni av tøku í ár enn

undanfarna ár.

Orsøkin er, at færri smolt vórðu sett út í 2008 enn í 2007.

Bakkafrost hevur tvey kryvjivirki, sum við fullari orku kryvja umleið 1.000 tons av laksi um vikuna. Nú mongdin av laksi í 2010 er minkandi, verður neyðugt at tillaga orkuna, og tí verður farið frá skiftivakt skipanini á kryvjivirkinum í Kollafirði niður á eina vakt.

Á virkinum í Klaksvík er bert ein vakt, og har verður eingin broyting.

Avleiðingin av minnu nøgdini í ár er tíverri, at tað er neyðugt at siga 22 fólkum úr starvi á virkinum í Kollafirði, sigur Regin Jacobsen, stjóri á Bakkafrost.

Í 2009 varð meira smolt sett á sjógv aftur, og eftir ætlan verður mongdin av laksi í 2011 aftur á minst somu mongd sum í 2009, leggur Bakkafrost afturat