Hópuppsøgn hjá Royal Bank of Scotland

Tann kreppurakti skotski bankin Royal Bank of Scotland (RBS) boðar nú frá, at umleið 3.500 av starvsfólkum bankan fáa sekkin innan trý ár. Tað skal gerast fyri at spara.

Nógvir skotar eru í øðini inn á avgerðina hjá bankanum. Teir vísa á, at bankin hevur goldið leiðandi starvsfólki stórar samsýiningar. Eitt nú hevur forstjórin, John Hourican, fingið meiri enn 40 milliónir krónur í bonus, og tað hevur fingið bretska fíggjarmálaráðharran, George Osborne, at siga, at stjórnin fer at halda eygað við bankanum í framtíðini.

Bretska ríkið bjargaði Royal Bank of Scotland, tá bankakreppan var upp á tað ringasta, og tað almenna eigur nú 84 prosent av bankanum. Umleið 17.000 fólk arbeiða hjá RBS.