Í dag brúkar Postverkið nógv fleiri pengar til at bera nógv færri brøv út enn áður. Tí er neyðugt við broytingum, annars endar Postverkið í fíggjarligum trupulleikum. Og Postverkið hevur handlað. 15 fólk eru send heim og 20 verða flutt í annað starv. Harumframt hava tvey fólk í fulltíðarstarvi fingið tilboð um at flyta til ein KT-undirveitara, fýra starvsfólk fara frá vegna aldur seinni í ár, og onnur hava boðað frá, at tey gevast á Postverkinum seinni í ár.
Tær 15 uppsagnirnr svara til 13 ársverk, og tilsamans skal Postverkið spara 22 ársverk – tí eisini hinar broytingarnar. 22 ársverk svara til 10 prosent av samlaða starvsfólkakostnaðinum, altso 8,8 milliónir krónur.
Vánaligur sáttmáli
Tað var í morgun at starvsfólkini fingu boðini um uppsagnirnar. Postverkið hevði eina hálva millión í halli í fjør, tá fíggjarpostar ikki eru íroknaðir.
– Og framrokningar vísa, at hallið fer at økjast munandi næstu árini, um ongar broytingar verða gjørdar, vísir Sofus Clementsen, stjóri, á. Tí eru uppsagnirnar gjørdar. Flestu teirra eru innan útbering av posti, har tøkniliga menningin hevur havt við sær stórar broytingar – fyrst og fremst nógv færri brøv.
Sofus Clementsen sigur, at broytingarnar í starvsfólkahópinum eru liður í bygnaðarbroytingum, sum hava til endamáls at laga virksemið hjá Postverkinum eftir veruleikanum á marknaðinum. Veruleikin hjá Postverkinum er, at raksturin ikki ordiliga hongur saman í løtuni. Orsøkin er fyrst og fremst ein óliðiligur sáttmáli við Postfelagið, heldur Postverkið.
– Tað eru ov nógvar bindingar í sáttmálanum fyri Postverkið, sum hava við sær, at tað er trupult at fáa skyldistænasturnar at hanga saman fíggjarliga. Har, sum Postverkið hinvegin sleppur at virka frælst í fríari kapping, gongur raksturin væl, staðfestir Sofus Clementsen.
Bindingarnar, sum Sofus Clementsen nevnir, eru serliga innan útberingina, har arbeitt verður eftir eini akkord-skipan. Ein skipan, sum tey eru farin frá í flestu londum fyri langari tíð síðani, og sum Postverkið metir seg fáa ov lítið burturúr. Og flestu uppsagnirnar eru eisini, sum sagt, innan júst útberingina.
Helvtin úr Havn
Í ársfrágreiðingini hjá Postverk Føroya fyri 2006 stendur, at størsta avbjóðingin við at laga virkið eftir marknaðinum er at fáa broytt avtaluna við Føroya Postfelag, so hon verður betri at virka undir. Við uppsagnunum í dag ásannar Postverkið, at hetta ikki eydnaðist.
Leiðslan í Postverk Føroya hevur annars boðað Postfelagnum frá, at Postverkið ynskir ein nýggjan og liðiligara sáttmála, sum er hóskandi fyri eitt felag í fríari kapping. Síðani síðsta heyst hevur leiðslan í Postverkinum fleiri ferðir heitt á Postfelagið um at fremja fleiri broytingar, sum kunnu gagna bæði limunum og Postverkinum, men eingin nýggjur sáttmáli er komin.
Helvtin av teimum 15 uppsøgdu fólkunum starvast í Havn, hini eru spjadd kring landið. Og hóast tað við hesum vera færri postboð, so kemur tað ikki at ganga út yvir tænastuna, vil Sofus Clementsen vera við.









